Instagram er ein tann best umtókti sosiali miðilin í heiminum, og um vikuskiftið rakk Cristiano Ronaldo enn einum varða í Instagram søguni, tá ið hann rundaði teir 250 milliónir fylgjararnar á Instagram. Tað er væl meiri enn nakar annar persónur hevur á sosiala miðlinum.
Fyri kortum setti Ronaldo eisini eitt annað met á Instagram. Tað var fyri flest "likes" til eina mynd, sum nakar hevði lagt út. Tað var í sambandi við, at argentinska fótbóltslegendan, Diego Maradona, andaðist, at Ronaldo legði eina mynd út av teimum báðum saman. Tann myndin fekk slakar 20 milliónir "likes", og tað er met á Instagram.