Derby-liðið, undir leiðslu av Paul Jewell, frustreraðu Manchester United gjøgnum stóran part av dystinum, og ungi Ben Foster – ið annars var settur at skula á lán til annað felag – stóð ein megnardyst í United málinum, og í veruleikanum bjargaði hann United frá einari flóvisligum úrsliti. Millum annað bjargaði Foster meistarliga, einari roynd frá Kenny Miller, stutt undan steðginum.
Ronaldo enn eina ferð
Cristiano Ronaldo hevur víst seg sum veruligur fongur hjá aldrandi skotska venjaranum Sir Alex Ferguson. Hann kom sum blaðungur til felagið úr Sporting í Lissabon, og hevur veruliga blomstrað undir veingjunum hjá Ferguson. Man kann ikki lata vera við at samanbera eitt sindur við Ryan Giggs, ið eisini kom sum unglingi til Onglands, tó nakað yngri. Ronaldo hevur við málinum um vikuskiftið skorað sítt 22. mál í inniverandi Premier League kappingarári, og samtalt fyri kappingarárið er hann komin upp á 31 mál, bert eitt mál færri enn norður írin, George Best. Og rættuliga meinlíkir eru teir eisini, hvat spælimáta viðvíkur. Ein má bara vóna at lívsstílurin er tann sami, tí Best doyði av drykkjuskapi afturi í 2005. George Best skoraði 32 mál, samtalt í kappingarárinum 1967/1968.
Chelsea og Liverpool halda ferðini
John Terry, liðskiparin hjá Chelsea, var tann óvæntaði málskjúttin, tá Chelsea fóru sigrandi av aftur Stadium of Light leikvøllinum í Sunderland. Við sigrinum er Chelsea nú bert trý stig aftanfyri United og Arsenal.
Liverpool vunnu aftur um vikuskiftið, og sostatt hava teir vunnið sín fjórða dyst á rað í Premier League, og í teimum hava teir megnað at skorað 11 ferðir.
Málini hjá »The Reds« skoraðu Fernando Torres og Javier Mascherano. Mascherano skoraði sítt fyrsta mál í felagnum, meðan støðan var ein onnur hjá Torres.
Sigurin hjá Liverpool tryggjaði teimum fjórða plássið í deildini, tí Everton taptu, heldur óvæntað, sín dyst móti Fulham.
Torres, ein væla leikari
Fernando Torres, ið kostaði Liverpool á leið 20 milliónir ensk pund, hevur spælt 36 dystir fyri Liverpool og skorað 27 mál, og tað má sigast at vera ein væla byrjan, ið Torres hevur fingið uppá tilveruna í Liverpool. Torres er fyrsti leikari í Liverpool, síðan Robbie Fowler, ið hevur skorað 20 mál ella meira, í sama kappingarári. Men við hesari gongdini sær tað út til at hann kanska fer at seta nýggj met. Hann er higartil komin upp á 27 mál samtalt, og seinastu fimm dystirnar hevur hann skotið seks mál.
Úrslitini um vikuskiftið:
Arsenal-Middlesbrough 1-1 (Touré - Aliadiéré)
Derby-Man Utd 0-1 (Cristiano Ronaldo)
Fulham-Everton 1-0 (Brian McBride)
Liverpool-Reading 2-1 (Mascherano, Torres - Matejovsky)
Man City-Tottenham 2-1 (Ireland, Enuoha - Keane)
Portsmouth-Aston Villa 2-0 (Defoe, s.m.)
Sunderland-Chelsea 0-1 (John Terry)
West Ham-Blackburn 2-1 (Ashton, Sears – Santa Cruz)
Wigan-Bolton 1-0 (Emile Heskey)
Ein dystur verður í kvøld:
Birmingham-Newcastle