Teir hvítu úr høvðusstaðnum vóru á vitjan hjá Almeria, ið liggur í niðari hálvuni í La Liga. Heimaliðið legði seg óvantað á odda, men Cristiano Ronaldo var skjótur at svara aftur og javnaði. Í seinna hálvleiki skoraði Rafael Van der Vaart avgerandi málið fyri Real Madrid.
Í gjár hevði Barcelona vitjan av Deportivo, sum liggur á 9. plássi. Eins og øll hini liðini, ið hava rent seg í Barcelona í seinastuni, so fekk Deportivo oyrini í væl smurdu Barcelona avleveringsmaskinuna. Tað var spæl uppá eitt mál og tølini vísa, at Barcelona hevði bóltin í meiri enn tríggjar fjórðingar av tíðini. Bojan legði Barcelona á odda eftir eitt korter. Í seinna hálvleiki øktu Pedro og Yaya Toure til endaliga støðuna 3-0.
Barcelona liggur fremst við 83 stigum, meðan Real Madrid hevur 80 stig á øðrum plássi. Barcelona hevur klára seg betri innanhýsis, so Real Madrid má fáa fleiri stig enn Barcelona, um teir skulu vinna La Liga.










