Ronaldo og Real renna undan kreppuni

Miðlar: Her er avloysarin hjá Zinedine Zidane

Tað er kreppa í Real Madrid, sum liggur á fjórða plássi í La Liga, men í dag lætnaði trýstið eitt sindur. Real Madrid vann heili 4-1 á útivølli móti Valencia, sum liggur á triðja plássi.

 

Cristiano Ronaldo skoraði tvey brotsspørk, meðan Marcelo og Toni Kroos staðfestu sigurin, eftir at heimaliðið minkaði um munin. Valencia var nær við at koma upp á 2-2 eitt skifti í seinna hálvleiki, men hesa ferð megnaði Real Madrid at halda fast.

 

Tað hevur annars ikki staðið so væl til í høvðusstaðarfelagnum hetta kappingarárið. Fleiri miðlar skrivað, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn Zinedine Zidane verður koyrdur. Dailymail skrivar, at felagið vil hava Mauricio Pochettino, sum er venjari hjá Tottenham.

 

Nógvar gitingar eru um spælarar, sum skulu venda gongdini hjá Real Madrid komandi kappingarár. Spanskir og bretskir miðlar nevna nøvn sum David De Gea (Manchester United), Eden Hazard (Chelsea) og Harry Kane (Tottenham), meðan Marca heldur fyri, at Neymar Jr (PSG) er á veg.

 

Fyribils renna Zinedine Zidane og Cristiano Ronaldo undan kreppuni. Avrikið í dag ber boð um, at Real adrid hevur tað, sum skal til fyri at spæla við um Champions League, sum er einasta steypið, sum teir kunnu vinna. Hartil er liðið tvífaldur Champions League vinnari.