Bæði Real Madrid og Barcelona vóru aftanfyri, men vunnu sínar dystir í La Liga í kvøld. Real Madrid vann 3-1 á Sporting Gijon, meðan Barcelona vann 2-1 á Levante. Cristiano Ronaldo og Lionel Messi, sum skoraðu ávíkavist eitt og tvey mál í kvøld, hava nú skotið 41 mál í part í La Liga í hetta kappingarárið. Tað er met.
Sporting Gijon kom á odda á Santiago Bernabeu, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Miguel de las Cuevas umsetti til mál, tá ein hálvur tími var spældur. Sjey minuttir seinni javnaði Gonzalo Higuaín við stútara.
Real Madrid trýsti leingi í seinna hálvleiki, men forloysandi málið kom ikki fyrr enn eitt korter fyri tíð, tá Cristiano Ronaldo stútaði innleggið frá Ángel Di Maria í mál. Stutt seinni avgjørdi innskifti Karim Benzema dystin við máli til 3-1, ið eisini gjørdist endaliga støðan.
Barcelona var á vitjan hjá Levante, sum hevur tikið tey flest av bóli í ár og liggur á einum fimta plássi. Levante kom á odda stutt fyri hálvleik, tá Segio Busquets brúkti hondina til hjálpar í egnum brotsteigi. Jose Bakero skoraði trygt upp á brotssparkið.
Í seinna hálvleiki trýsti Barcelona og 25 minuttir fyri tíð eydnaðist tað Lionel Messi at javna fyri gestirnar, tá hann spældi væl saman við Alexis Sanchez á brotsteigarmarkinum. Lionel Messi fekk bóltin aftur og plaseraði hann heilt úti við stongina til 1-1.
Eitt korter fyri tíð fekk so Barcelona brotsspark, tá Isaac Cuenca fór umkoll í brotsteiginum hjá Levante. Vertirnir vóru alt annað enn nøgdir við dømingina í hesum førinum. Lionel Messi var tryggur úr ellivu metrum.
Real Madrid er framvegis fimm stig frammanfyri Barcelona í La Liga, meðan tað er javnt í millum Cristiano Ronaldo og Lionel Messi í málskjóting. Báðir hava skotið 41 mál í ársins landskapping og tað er met.