Ronaldo og Messi kunnu gerast liðfelagar

Loksins er møguleiki fyri, at heimsins bestu fótbóltsspælarar verða á sama liði

Teir eru heimsins bestu fótbóltsspælarar í 21. øld, og teir hava vunnið ótrúliga nógv við sínum liðum, Christiano Ronaldo og Lionel Messi, men aldrin hava teir spælt á sama liði. Tað kann nú gerast veruleiki.

 

Stóra spanska ítróttarblaðið "Mundo Deportivo" skrivar, at sannlíkt er, at í 2017 verður ein prestisjufullur fótbóltsdystur millum tvey All Star-lið. Eitt lið við teimum bestu spælarunum úr fótbóltsligunum í Norðurevropa, sum skal spæla ein dyst ímóti teimum bestu spælarunum úr fótbóltsligunum í Suðurevropa.

 

Eitt marknaðarføringsfelag hevur lagt hetta uppskotið fram fyri evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA. Hugskotið gongur út uppá, at eitt All Star-lið við teimum størstu stjørnunum í Premier League og Bundesliguni møtir einum All Star-liði við teimum størstu stjørnunum í La Liga, Serie A og bestu fronsku deildini. Tað verður ein atkvøðugreiðsla á heimasíðuni hjá UEFA, sum skal gera av hvørjir skulu manna tey bæði All Star-liðini. Tó so, so má einki einstakt felag hava meir enn tríggjar spælarar á All Star-liðnum. Fótbóltsfjeppararnir fáa eisini møguleikan at atkvøða um hvør skal verða venjari hjá teimum báðum All Star-liðunum.

 

Hetta letur upp fyri møguleikanum, at Christiano Ronaldo, superstjørnan hjá Real Madrid, og Lionel Messi, superstjørnan hjá FC Barcelona loksins kunnu verða á sama liði.

 

Blaðfólkini hjá "Mundo Deportivo" er komin við einum uppskoti um hvør kundi mannað tey bæði All Star-liðini hjá Norðurevropa og Suðurevropa.

 

Norðurevropa :

 

Málverji : Manuel Neuer, Bayern München

Verja : John Terry, Chelsea, Mats Hummels, Dortmund, David Alaba, Bayern München

Miðvallarar : Arjen Robben, Bayern München, Angel Di Maria, Manchester United, David Silva, Manchester City, Marco Reus, Dortmund

Álop : Alexis Sanchez, Arsenal, Sergio Agüero, Manchester City, Eden Hazard, Chelsea

 

Suðurevropa :

 

Málverji : Gianluigi Buffon, Juventus

Verja : Thiago Silva, PSG, Gerard Pique, Barcelona, Sergio Ramos, Real Madrid, Danilo Luiz da Silva, Porto

Miðvallarar: Neymar, Barcelona, Koke, Atletico Madrid, Paul Pogba, Juventus, Lionel Messi, Barcelona

Álop : Zlatan Ibrahimovic, PSG, Christiano Ronaldo, Real Madrid