Ronaldo og Havnin

So hevur Cristiano Ronaldo lagt mynd út av landslagnum úr Føroyum

Portugisiska stjørnan, Cristiano Ronaldo, legði í gjárkvøldið mynd út á teir sosialu miðlarnar úr Føroyum.

 

Tá var myndin tikin í bussinum á veg til venjing, har einki stórvegis sást av landslagnum í Føroyum.

 

Fyri lítlari løtu síðani, hevur Ronaldo aftur lagt mynd út. Hesa ferð sæst Havnin í bakgrundini, har Cristiano Ronaldo tykist at vera nøgdur við føroyska landslagið.

 

Til myndina hevur Ronaldo skrivað. ”Morgun túrur”.

 

Omanfyri ber til at síggja myndina. Myndin er farin á allar teir sosialu miðlarnar hjá Cristiano Ronaldo. Á Facebook fylgja 117 milliónir honum, á Instagram 79 milliónir og á Twitter fylgja 47 milliónir fólk honum. So myndin er farin víða!