Ronaldo á máltalvuna

Cristiano Ronaldo er aftur á vøllinum

Cristiano Ronaldo var í dag á vøllinum aftur fyri fyrstu ferð síðani EM finaluna, tá hann fór skaddur av vøllinum. Hann kvittaði við at skjóta mál.

 

Les eisini: Eg eri klárur

 

Real Madrid hevði vitjan av Osasuna. Undan dystinum boðaði Cristiano Ronaldo frá, at hann var tøkur at spæla ein tíma í dag.

 

Hann spældi 66 minuttir í 5-2 sigrinum og skoraði eitt mál. Málið kom longu aftaná seks minuttir. Hinir málskjúttarnar vóru Danilo, Sergio Ramos, Pepe og Luka Modric.

 

Sostatt er endaliga greitt, at Cristiano Ronaldo er komin seg eftir knæskaðan í EM finaluni móti Fraklandi, og er fyribils tøkur til landsdystin móti Føroyum á Tórsvølli 10. oktober.