Í gjár skoraði Ronaldo longu í øðrum minutti, tá Real Madrid á útivølli vann 2-0 á Villarreal, og við hesum er hann fyrsti spælarin nakrantíð, sum hevur skorað í fyrstu fýra dystunum á rað í hvíta búnanum.
Og Raul setti eisini eitt nýtt dystarmet í sama dysti. 32 ára gamli áleyparin kom á vøllin í seinna hálvleiki, og við hesum hevur hann nú spælt 524 dystir fyri felagið, og tað er meira, enn nakar annar hevur gjørt.