Ronaldo í øðini

Cristiano Ronaldo er helst nakað kroystur í løtuni

Dagsins stóra EM søga er eitt sjónbandabrot, har Cristiano Ronaldo tveitur mikrofonina hjá einum tíðindamanni í eina tjørn.

 

Portugisiska landsliðið gekk sær ein túr, tá tíðindamaðurin á portugisiskum surdi Cristiano Ronaldo, um hann var til reiðar til dystin.

 

Svarið var at liðskiparin tók mikrofonina frá tíðindamanninum og tveitti hana í eina tjørn. Portugal skal hava stig í dystinum móti Ungarn í dag, fyri at koma víðari. Ísland, sum er í bólki F saman við Portugal, Ungarn og Eysturríki, skal somuleiðis hava stig í dag, um teir skulu koma víðari.

 

Cristiano Ronaldo hevur ikki verið nøkur uppliving higartil í EM. Hann var serstakliga nøgdur við javnleikin móti Íslandi, og vísti grannunum hjá okkum lítla virðing eftir dystin. Móti Eysturríki var hann ágrýting, men stóð eftir sum Svartiper, tí hann brendi brotssparkið, ið kundi havt tryggjað Portugal víðari luttøku.

 

Søgan sigur einki um standin á mikrofonini í dag, men kanska er lærdómurin, at tíðindamenn ikki skulu snakka so nógv!

 

Bólkur F:

Í dag klokkan 17

Ungarn – Portugal

Ísland – Eysturríki

 

Støðan:

1. Ungarn 4 (Stig)

2. Ísland 2

3. Portugal 2

4. Eysturríki 1