Cristiano Ronaldo er vístur fram sum nýggjur leikari hjá Al-Nassr, men hann má sita yvir tveir teir komandi dystirnar hjá Al-Nassr.
Enska blaðið, Daily Mail skrivar, at tveir daga leikbannið Ronaldo fekk frá enska fótbóltssambandinum 17. november verður yvirført til saudisku liguna. Tí sleppur Ronaldo ikki á vøllin í oddauppgerðini móti Al-Shabab 14. januar, og tað er ein strika í rokningini hjá bæði Ronaldo og Al-Nassr.
Ronaldo fekk tveir daga leikbann fyri óvirðiligan atburð móti einum ungum fjeppara hjá Everton á Goodison Park leikvøllinum í Liverpool. Ronaldo var so óður inn á unga fjepparan, at hann knústi fartelefonina hjá honum.