Ronaldo gjørdi tað aftur

Portugal er so gott sum víðari, eftir sigur á Marokko

Portugal hevur í dag vunnið 1-0 á Marokko í HM-endaspælinum í Russlandi. Cristiano Ronaldo skoraði einasta málið í dystinum longu aftaná fýra minuttir.

 

Les eisini: Upptakt til dagin í dag

 

Dysturin er bara fýra minuttir gamal, tá Cristiano Ronaldo stútar bóltin í málið. Hann skoraði hattrik móti Spania í fyrsta dystinum, og hevur sosatt skotið fýra mál higartil í HM-endaspælinum.

 

Marokko royndi at savara aftur og ti tíðir var nær við. Millum annað liðskiparin og verjukempan úr Juventus, Medhi Benatia, kom til onkrar royndir, men verjan hjá Portugal vardi fyri. Avrikið var ikki sannførandi, men gott nokk til at vinna dystin. Við fýra stigum og einum dysti eftir móti Iran, sær út til at Portugal fer at koma víðari.

 

Portugal – Marokko 1-0 (1-0)

1-0 Cristiano Ronaldo, 4