Ronaldo flennir at City

Pengar eru ikki tað, sum vantar í hjá Manchester City, sum nú hevur arabiskar oljumilliardir í rygginum. Eitt nú sigst felagið vera til reiðar at bjóða grannunum úr Manchester United 1,25 milliardir fyri Ronaldo, men stendur tað til spælaran sjálvan, so verður ikki nakað av hesum. – Tað er eingin møguleiki fyri, at eg fari at spæla við nøkrum øðrum felag í Manchester. Eg visti ikki, at eg var somikið verdur, segði hann flennandi við ensku miðlarnar, tá hann varð spurdur, um framtíð hansara møguliga liggur hjá City. Ronaldo hevur ikki spælt við Manchester United fyrstu tríggjar dystirnar hetta kappingarárið. Spælarin hevur verið undir skurð í summar, men nú er hann um at vera til reiðar at hjálpa felagnum móti toppinum í ensku Premier League.