Ronaldo Luís Nazário de Lima - ella bara ?Ronaldo? - sum tríggjar ferðir hevur verið kosin til heimsins besta spælara, kom við boðunum á einum tíðindafundi fyrr í dag.
- Eg spæli til endan av 2011, og tað verður endin av yrkisleið mínari. Eg ætli mær at geva alt. Eg vóni, at tað verður stuttligt, og at eg fáa enda við nøkrum stórum sigrum, segði Ronaldo á tíðindafundinum.
Ronaldo gjørdist heimsmeistari við Brasil bæði í 1994 og í 2002. Hann vann HM-silvur í 1998. Ronaldo hevur eisini vunnið Copa America - suðuramerikanska meistaraskapið - í 1997 og í 1999. Hann er tann mest skorandi spælarin í HM-søguni, og enn livir hann í vónini um, at landsliðsvenjarin, Dunga fer at taka hann út til brasilska landsliðið, sum skal taka lut í HM-endaspælinum í Suður-Afrika komandi summar.
- Hetta er seinasti møguleikin hjá mær, staðfestir Ronaldo. Báðumegin aldarskiftið var Ronaldo millum heimsins fremstu fótbóltsspælarar. Hann gjørdist kendur, tá hann skoraði 42 mál fyri PSV Eindhoven í 49 dystum. Síðani fór hann til FC Barcelona, har hann skoraði 34 mál í 37 dystum. Síðani gekk leiðin til Inter Milan. Í 2002 fekk Ronaldo sáttmála við Real Madrid. Í tíðini við Real Madrid skeyt Ronaldo 83 mál. Í 2007 skifti hann til AC Milan.
Ein skaði á knænum hótti við at steðga yrkisleiðina hjá Ronaldo, men hann kom fyri seg aftur, og hevur seinastu árini spælt við brasilska liðnum, Corinthians.
Á brasilska landsliðnum hevur Ronaldo Luís Nazário de Lima skotið 62 mál í 97 landsdystum.










