Ronaldo fór illa við Íslandi aftaná dystin

(EM 2016) Cristiano Ronaldo helt lítið um íslendska avrikið í søguliga javnleikinum í kvøld

Hann er góður, men hann er eisini hástórur, heimsins næstbesti, ella besti fótbóltsspælari, portugisiski Cristiano Ronaldo. Ímóti Íslandi slapp hann tó ikki at vísa sínar stóru dygdir, tá grannatjóð okkara tryggjaði sær ein søguligan 1-1 javnleik ímóti Portugal í EM-endaspælinum í Fraklandi. Talan er um fyrsta endaspæl hjá íslendska A-landsliðnum í fótbólti nakrantíð. 

 

Cristiano Ronaldo vísti ikki góðan ítróttaranda, tá dysturin millum Portugal og Ísland var liðugur á leikvøllinum í Saint Etienne í Fraklandi. Tað fyrsta turkiski dómarin bríkslaði dystin av stunaði Cristiano Ronaldo av vøllinum uttan somikið at taka í hondina á einum mótstøðumanni, sum annars verður mett at verða ein góður siður í altjóða fótbólti.

 

Í samrøðu við altjóða miðlafólk aftaná dystin segði Cristiano Ronaldo: - Teir feiraðu tað, sum høvdu teir vunnið EM-endaspælið. Hatta er týpiski hugsunarhátturin hjá einari pinkutjóð. Tí fara teir aldrin at vinna nakað, sum helst, segði ein hvassorðaður Cristiano Ronaldo um íslendingar aftaná dystin. Íslendingar leggja tó lítið í hetta, og fegnast um javnleikin, og íslendsku viðhaldsfólkini stórfegnast eisini. Tey vunnu, ið hvussu er dystin uttanfyri vøllin, tí portugisisku áskoðararnir hoyrdust næstan ikki, burtursæð frá tá Nani skoraði.

 

So er spurningurin: Tá Cristiano Ronaldo er so arrogantur ímóti einari minni tjóð, sum Íslandi, hvussu arrogantur verður hann so ímóti einari pinkutjóð, sum Føroyum, um hann kemur við portugisiska landsliðnum til Føroya í oktober at spæla HM-undankappingardyst? Kortini tykist, sum fleiri hava keypt atgongumerki fyri at síggja hann, og ikki fyri at stuðla Føroyum ímóti Portugal. Ísland hevur so víst hvussu Cristiano Ronaldo kann temjast í einum landsdysti.