Ronaldo fíggjar barnasjúkrahús í Kili

Ætlanin er, at Cristiano Ronaldo skal vera við til at fíggja fleiri sjúkrahús í Suðuramerika

Cristiano Ronaldo, sum í seinastu viku varð valdur til heimsins besta fótbóltsspælara í 2017, hevur fleiri ferðir víst, at hann er sinnaður til at nýta pening til annað enn bara sín sjálvs. Tað hevur hann serliga gjørt við at veitt pening til hjálpararbeiði ymsastaðni í heiminum.

 

Og sambært amerikansku heimasíðuni, ESPN, hevur Cristiano Ronaldo nú ætlanir um at fíggja eitt nýtt barnasjúkrahús í Kili í Suðuramerika. ESPN skrivar, at ætlanin er at nýggja barnasjúkrahúsið, sum fer at standa í kilenska høvuðsstaðnum, Santiago, fer at vera liðugt í 2020.

 

Víðari skrivar heimasíðan eisini, at barnasjúkrahúsið er tað fyrsta av fleiri, sum Cristiano Ronaldo ætlar at fíggja í Suðuramerika.