Starvsfólkini í Fiat hava boðað frá verkfalli, nú Cristiano Ronaldo hevur skift frá Real Madrid til Juventus. Orsøkin er, at høvuðseigarin í Fiat, Andrea Agnelli, hevur brúkt pengar hjá Fiat-fyritøkuni til at fíggja keypið hjá Juventus.
Familjan Agnelli eigur 64 prosent av Juventus og 30 prosent av Fiat. Andrea Agnelli hevur tí flutt pening úr Fiat yvir í Juventus fyri at fíggja keypið av portugisiska stjørnuleikaranum.
Ónøgdin er tó stór millum starvsfólkini í Fiat, sum tí hava boðað frá, at tey fara í verkfall.
- Vit kunnu ikki góðtaka, at meðan starvsfólkini mugu gera fíggjarlig offur, brúkar felagið fleiri hundrað milliónir euro upp á ein fótbóltsspælara. Er tað rættvíst? Er tað normalt, at ein persónur tjenar milliónir, meðan túsundvís av familjum ikki eingong klára seg til mitt í mánaðinum, spyr fakfelagið hjá starvsfólkunum.
Juventus hevur goldið 782 milliónir krónur fyri Cristiano Ronaldo, meðan hann fær eina ársløn upp á 223 milliónir krónur, ella eini 30.000 krónur um tíman.