Ronaldo er næstur

Real Madrid hevði ikki meira enn skrivað undir pappírini fyri Kaká, áðrenn felagið segði, at tað er væl hugsandi, at Cristiano Ronaldo er næsta málið. – Vit hava altíð havt hug at keypa bestu spælararnar í heiminum, og Ronaldo og Zlatan Ibrahimovic teljast avgjørt millum hesar, segði Florentino Perez, forseti í Real Madrid. Í sponskum bløðum hevur verið nevnt, at ein sáttmáli við virði um tær 770 milliónir longu er skrivaður. Er hetta so, verður Ronaldo dýrasti spælarin í fótbóltssøguni, men enn hevur eingin sæð umrødda sølusáttmálan.