Ronaldo er komin til Juventus

Her eru fyrsta myndin av Cristiano Ronaldo við Juventus-troyggjuni.

Nýklakti Juventus-leikarin, Cristiano Ronaldo, er komin til Torino, har hann á tíðindafundi í dag varð alment kunngjørdur av Juventus og lat seg avmynda saman við Juventus-troyggjuni.


- Eg eri ikki komin higar á feriu. Eg skal nokk klára meg. Mong tosa um aldurin hjá mær, men eg fari at taka øll á bóli enn einaferð, segði Cristiano Ronaldo millum annað á tíðindafundinum.


Les eisini: So nógv tjenar Ronalo nú


33 ára gamli Cristiano Ronaldo skrivaði týsdagin í síðstu viku undir fýra ára sáttmála við Juventus, har hann tjenar 4.656.250 krónur um vikuna. Tað kostaði felagnum áleið 750 milliónir krónur at keypa hann leysan úr Real Madrid.