Ronaldo er klárur

Alt bendir á, at hann verður við portugisiska landsliðnum á Tórsvølli.

Tað bendir meira og meira á, at Cristiano Ronaldo gerst klárur at spæla ímóti Føroyum á Tórsvølli um ein lítlan mánaða.


Real Madrid-spælarin bleiv skaddur í EM-finaluni, men fyri einum góðum mánaða síðani var hann komin somikið væl fyri seg aftur, at hann kundi venja við. Hann hevur tó verið sjúkur seinastu dagarnar, og var ikki við í 2-0-sigrinum hjá Real Madrid ímóti Espanyol í gjár.


Les eisini: Ronaldo klárur til Tórsvøll


Í dag boðar Real Madrid frá, at hann er blivin frískur. Hann vandi við í dag, og verður væntandi við í La Liga-dystinum ímóti Villrreal mikukvøldið, eins og hann væntast at verða úttikin til portugisiska landsliðshópin, sum 10. oktober skal spæla ímóti Føroyum á Tórsvølli.