Málslúkarin úr Rituvík hevði málslúkara úr Brasilia sum fyrimynd í barnaárunum, og stendur hann eftir sum fyrsta HM-minni hansara.
Hesaferð er tað toppskjúttin í Effodeildini, Klæmint A. Olsen, sum er settur at svara spurningum í sambandi við 'Eg og mítt HM'.
Hvussu kemur HM at ávirka títt summar?
- HM hevur altíð nakað serligt at bjóða, so eg fari at hyggja eftir teimum flestu dystunum, sum eg havi møguleika fyri at síggja.
Hvørjum fert tú at halda við og hví?
- Eg havi frá ungum árum altíð havt gott eyga á Portugal, men í ár vænti eg mær nógv av Argentina, teir hava ein hóp av fantastiska góðum og spennandi leikarum, so eg fari at halda við teimum í ár.
Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?
- Man gleðir seg altíð til at síggja tær heilt stóru stjørnurnar spæla í HM, men eisini verður tað spennandi at síggja, hvat lið kemur at yvirraska og hvat lið kemur at skuffa fótbóltsheimin í ár.
Hvat er títt fyrsta HM minni?
- Nokk tað allar fyrsta, sum eg minnist til HM, var til finaluna í 1998. Tað var nokk tí, at mín størsta fyrimynd í barnaárunum, Ronaldo, var sjúkur til dystin men spældi alíkavæl. Frakland vann 3-0 á Brasil.
Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?
- Tað er altíð ein seligur spenningur, tá ið finalur skulu avgerast uppá brotsspørk, so finalan í 2006 stendur sterk í minninum, har Italia vinnur 5-3 á Fraklandi í brotssparkskappingini.
Hvør væntar tú vinnur HM?
- Eg vænti at Brasil kemur at klára seg væl á heimabana, men eg vænti mær eisini nógv av Argentina, so eg vænti eitt av teimum báðum stendur eftir sum vinnari í ár, vónandi Argentina.
Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spæalarin í HM 2014?
- Neymar kemur heilt sikkurt at prógva sítt virði undir hesum endaspælinum og Messi fer at vísa klassa aftaná eitt heldur miseydnað ár við Barcelona, so ein tøtt kapping millum teir báðar, har Messi dregur tað longra stráðið.
Les eisini: (Eg og mítt HM 1) Lars Olsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 2) Gunnar Nielsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 3) Øssur Hansen
Les eisini: (Eg og mítt HM 4) Hans Fróði Hansen
Les eisini: (Eg og mítt HM 5) Hjalgrím Elttør
Les eisini: (Eg og mítt HM 6) Súni Olsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 7) Lissi Mouritsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 8) Høgni Hoydal
Les eisini: (Eg og mítt HM 9) Heidi Sevdal
Les eisini: (Eg og mítt HM 10) Tórður Thomsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 11) Atli Gregersen
Les eisini: (Eg og mítt HM 12) Jóan Símun Edmundsson
Les eisini: (Eg og mítt HM 13) Símun Samuelsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 14) Petur Reinert
Les eisini: (Eg og mítt HM 15) Eiler Rasmussen
Les eisini: (Eg og mítt HM 16) Leivur Frederiksen