Tað var eftir tapið hjá Real Madrid á heimavøll ímóti Atlético Madrid leygardagin, at Cristiano Ronaldo segði við fjølmiðlarnar, at um viðleikararnir í Real Madrid vóru líka góðir sum hann, so hevði Real Madrid verið oddalið í sponsku La Liga.
Les eisini: Ronaldo finnist at liðfeløgunum
Dagin eftir, sunnudagin, gjørdi Ronaldo greitt, at hann helt, at fjølmiðlarnir høvdu misskilt hann. Sambært Ronaldo sjálvum, so sipaði hann til kropsliga støðið hjá viðleikarunum - ikki tað leikliga.
Venjarin hjá Real Madrid, Zinedine Zidane, vísir tó á, at ongir trupulleikar eru í hópinum hjá Real Madrid, hóast Ronaldo hevur funnist at egnum viðleikarum alment.
- Cristiano hevur tosað við okkum allar, og vit hava lagt hendingina afturum okkum. Vit vita allir, hvussu týdningarmikil hann hevur verið, og vit stuðla honum allir, sigur Zinedine Zidane sambært Sky Sports.
Støðan hjá Real Madrid í sponsku landskappingini er alt annað enn góð. Stigamunurin upp til oddaliðið, FC Barcelona, er 12 stig og 12 dystir eru eftir at spæla.