Ronaldo er farin, Harrin havi lov!

So, Cristiano Ronaldo er ikki reyður longur. “Endiliga, hann er farin” ljóðaðu boðini ígjøgnum ljósvøkuna, sum fjepparir svaraðu uppá Ronaldosa flyting til Francosa Real Madrid.

 

Tað er lítil ivi um, at arvurin á Old Trafford eftir Ronaldo var væl og virðiliga dálkaður sum úrslit av hansara litanisku og virðingarleysu fríggjan við sirkusliga kongafelagið hjá Franco, fyrrverandi fasistiskur einræðisharri í Spánia, hvørs førleiki at borðreiða við hálvuaðru milliard krónur fyri spælarar er grundaður á eina kommunu og stát, ið bæði so og so stuðlar felagnum í høvd og reyv og hetta, sjálvandi, uttan so mikið sum eitt froskasligt gvagg frá anglo-hatandi Michel Platini og Sepp Blatter!

Í mun til legendur sosum Cantona og Keane var hjartað hjá hesum forkelaða lortenda aldri á Old Trafford, og tað í sjálvum sær er ófyrigeviligt svik í eygunum hjá fjepparunum. Gamaní, og teimum líkt, er helst goragangur í Madrid í dag, nú tá ið teirra stuðulsfongda felag hevur ognað sær, sambært Fifa, “heimsins besta spælara” at spæla við síðuna av einum øðrum av hasum slagnum, Kaka at navni. Vissuliga, við Ronaldo hevur Real Madrid fingið ein góðan fótbóltsspælara, men ikki endiliga svarið uppá teirra bønir.

Barcelona vísti, hvussu tú tekur tær av einum, á degnum, kámum og óafturkenniligum liði við Ronaldo sum spjótsodda. Hvussu frágera góður Ronaldo enn mátti verið, valdi hann til alla ólukku at halda, at hann einsamallur kundi basa vælsmíðaða miðvøllin hjá Pep Guardiola. Hann fór skeivur.

 

Fótbóltur er eitt liðspæl. Ronaldo spælir fyri seg sjálvan. Tað hevur hann altíð gjørt, og tí er tað tíverri meiningsleyst at messa fyri Cristiano Ronaldo um hvat trældómur ella trúfesti í grundini merkir. Eisini er tað meiningsleyst at minna hann á, at Manchester United hevur lagt ógvusligar pengar og orku í hann.

Hav í huga, tá ið Manchester United í 2003 rindaði hansara barndómsfelagi í Portugal góðar 120 milliónir krónur fyri hansara spælirættindi, var Cristiano framvegis bert ein kvikur og lítil framsýningarpony.

Ein pirruttur tannáringur við boyla, sum í sínari fyrstu viku sum United-leikari varð fotograferaður haldandi í hondina á mammuni, Dolores. Óivað óvanliga gávður, men framvegis ein steppdansandi skálkur, ið nóg illa hevði uppiborið at skola tómu vodkagløsini hjá George Best.

Á hasum regntunga kvøldinum í Moskva fyri góðum ári síðani, aftaná at hava verið við til at vunnið Champions League fyri Manchester United, var Cristiano Ronaldo so fullur av sær sjálvum, at tær lysti at vita, um maðurin ikki hevði tørv á at fáa eitt pístr ella tvey av súrevni.

Tá ið onkur var so forsin at spyrja hetta Guds fremsta skapanarverk um kiksaða brotssparkið, sum nærum kostað Manchester United evropeisku krúnuna, físti hann: “Hví spyrt tú meg um hatta? Hví tosa vit ikki heldur um hatta fantastiska málið?” Ella, hví ikki betra tað, Cristiano? Hví ikki nerta við fruntin, falla til kníggja og skýla okkara eygu fyri tínum glampandi dugnaskapi?

 

Alex Ferguson royndi at trútta í portugisisku grátusurruna um at miskunn er ein ófør dygd, men at hon aldri eigur at koma í vegin fyri grundliggjandi rættlætisstandi; at hon á ongan hátt eigur at burturtaka virðið á tí, at bera seg sømiliga at, ella tíggja seg við einum sindri av fakligari dissiplin og ábyrgdarkenslu.

Men nei, lítið nyttaði við Ronaldo. Og tí var tað, at hann fyri ári síðani í russisku høvuðsborgini ikki vildi geva nakað lyfti um framtíðina? “Eg lovi ongum nakað, sjálvt ikki mammu.” Tað skuldi vísa seg at vera satt, og gav hetta okkum eisini ábending um, hvagar søgan um Francosa Real Madrid, og ætlaða eyðmýkingin av United, var á veg.

Hon var á veg til ein stað, har sátt­málar onki hava at týða, heldur ikki góður atburður, sjálvt ikki grund­liggjandi mannasómi. Ein staður á tremur við leikarum, sum í tíð og ótíð av hægsta myndugleika verða eggjaðir til at halda, at tað er heilt ókey at marsjera ígjøgnum verðina við eittans umhugsni, hvussu-tú-hevur-tað-um-hvussu-tað-er-í-dag-fyri-teg.

Ein marsjur átøkur hvussu sektarskúlin á Velbastað uppalir og skúlar. Ein verð uttan atlit til fortíð ella framtíð, uttan so mikið sum eina káma fatan av, at tað besta av tí, tú kanst gera, øll betran, øll avrik, vil altíð vera eitt úrslit av at arbeiða við og virða hasi, ið higartil hava tænt tær so væl.

 

Tá ið Sepp Blatter, sjálvur oddafiskurin í fótbólti og kendur fyri at hava 50 hugskot um dagin, harav 51 vánalig, í fjør varð spurdur um Ronaldosa ynski at bróta sáttmálan við Manchester United fyri at kunna fara til Madrid, svaraði hann: “Vit eiga at verja leikaran. Um ein leikari hevur hug at fara, tá lat hann fara. Eg haldi, at í fótbólti er ov nógv nýmótans trælkan”.

So, har hevur tú tað, Blatter meinar, at Ronaldo—av tí at hann ikki fær sín vilja—er ein trælur. Og Ronaldo? Hann nikkaði so hjartaliga.

Onkur burdi teskað teimum í oyrað, at í 18. øld vórðu trælir, ið ikki høvdu nokk til dagin og vegin, og tí nápaðu mat, tægaðir sundur við hjólinum. Ella bara hongdir.

Men latið okkum straks gloyma hesa gamalsligu tulking av trældómi; latið okkum ístaðin hyggja at allýsingini av nýmótans trældómi. Henda er allýst sum tað, at geva seg undir einum myndugleika fyri samsýning. Uppaftur tað eru sáttmálatrælir vanliga fataðir sum fátækir, oftani ólisnir og fólk, ið eru vorðin lumpað at skriva sáttmálar, tey ikki skilja.

Cristiano Ronaldo, hinvegin, eigur ein silvurblankan Bentley javnverdur við eini hampa Norðseturhús. Árla á vári ognaði trælurin sær eisini ein svartan Porsche. Og nú vit eru við bilunum, so keypti hann systrini ein BMW... at brúka í Manchester. Afturat hesum eigur portugisiski trælurin eini hús í Alderley Edge, Cheshire. Tey kostaðu gott og væl 40 milliónir krónur.

 

Eygvaldi egotripparin úr Madeira er langtsíðani vorðin forelskaður í síni egnu spegislmynd, og er av hesum endaður sum eitt vónleyst og ótakksamt tiltak. Alex Ferguson veit hetta betur enn nakar annar. Og hann veit eisini, nær tíðin er komin at geva leikarum fótin í reyvina. Manchester United hevur tømt Ronaldosa skapilón fyri tað sindrið av manslæti, sum hóast alt búði í honum, og tá ið Ferguson nú mishugaliga hevur viðgingið hetta, visti hann, at hann mátti avskipa Ronaldo.

Undanførslurnar fyri at vanvirða sáttmálar eru nevniliga nógvar og ymsar í tali, og alraoftast ússaligar og svikafullar. Eg havi tó samhuga, tá ið ein flyting er av slíkum slag, at hon tryggjar leikarans framtíð—hansara einasti møguleiki veruliga at royna seg. Og tíbetur vísir tað seg eisini, at sjáldan hindrar eitt felag einum leikara at strevast fram ímóti hesum dreymi.

Superstjørnan Ronaldo hevdaði í fjørsummar, at eisini hann jagstar sín dreym, og var tað av hesum, at hann royndi at sleppa sær undan sínum langtíðarsáttmála við Manchester United og sameina seg við Real Madrid. Kortini, Ronaldosa framasøkni, ella ”dreymur”, er heilt øðrvísi. Egotripparin hevur regluliga plágað allar vitjandi verjur við sínum ágangandi driblingum á Old Trafford, heimstaður hjá heimsins veldigasta felag. Eg meini, hann spælir ikki við Tottenham.

Afturat hesum er hann frammanundan ómetaliga ríkur. Eg meini, hvussu nógv smakkleys stórmanshús við sjóvarstrondina í Dubai hevur hasin ungin brúk fyri at kunna keypa?

 

Nei tú, hetta er sjálvsøkni, bert og blaktað. Um hann veruliga hevði hug at arbeiða í Madrid, hví—bert fyri tveimum árum síðani—gav hann sínum ráðgevum boð um at plikta seg til Manchester United í fimm ár? Hví vendi hann sær ikki longu tá til Real Madrid? Svarið, sjálvandi, er jú tað, at hann er vorðin forelskaður í sær sjálvum, og heldur seg nú størri enn Manchester United at vera.

Fyri einum ári síðani skrivaði eg eina tíðargrein um hvussu eg væl skilji viðhaldsfólkini hjá reyða partinum av Manchester, ið halda, at tað hevði verið betri fyri felagið at sent Ronaldo til Siberia. Fyri tey bar hansara óbrigdiliga uttanumtos, hansara slevjuta fríggjan við sponsku fjølmiðlarnar og hansara eyðsædda lítilsvirðing fyri Manchester United dám av einum manni, ið er farin at halda, at hann er størri enn felagið.

Lukkutíð sýtti United fyri at lata seg treingja upp í ein krók. Men aftur, tá ið ein av tínum leikarum soleiðis fjasar við øðrum felagi, og ber seg so skammiliga at, tá skilji eg væl hasi, ið spyrja: “Men hvat er endamálið við at tvinga hann at verða verandi?”

Endamálið er at gera Ronaldo, Platini, Blatter og, ikki minst, madridlenska kongafelagnum ósvitaliga greitt, at grundliggjandi dygdir sosum trúfesti og sómi skal hava týdning. Og, av hesum, at sáttmálar eiga at koma framum hvussu-tú-hevur-tað-um-hvussu-tað-er-í-dag-fyri-teg.

Um United hevði givið eftir, hevði tað signalerað fyri Real Madrid, at handa lurvuta, niðurundirkomna og tølandi mannagongdin, har tú ikki so mikið sum bjóðar uppá leikaran, ikki einans er í lagi, men riggar.

 

Nú hevur so kongafelagið bjóðað uppá leikaran. Men nú, í mun til í fjør, fer Ronaldo av tí at Ferguson vil tað, og uttan at geva seg undir og einast við despotisku framferðina hjá Real Madrid.

Feløg sum Manchester United vand av venjarum av einum kaliburi sum Ferguson fáast ikki við hissini hendingum. Sølan av heimsins ríkasta træli er strategiskt leinkjað til eina størri ætlan. Ronaldo er farin av tí at hansara trælaeigari vildi fría hann fyri at menna sítt lið.

Sjálvur vóni eg, og rokni eg eisini við, at ein hvítklæddur Ronaldo saman við sínum kæra Madrid turna inn í fótbóltsligan og fíggjarligan húsagang, tí prinsippleysir minnisskítar sum Ronaldo látast at gloyma, at grundin til at United mestsum hevur verið einaráðandi seinastu tvey tíggjuáraskeiðini, er av tí at spælarir sum Roy Keane og Eric Cantona, í somu løtu sum teir hava fingið vinnaramedaljuna um hálsin, ripa hana av aftur og upp á eitt dustmikið ovastaloft fyri síðani, saman við hinum, at seta sær nýggj mál.

Alex Ferguson letur bert leikarar fara, um hetta, eftir hansara tykki, er best fyri felagið. Og, Cristiano, trælaharrin hevur nú selt teg av tí einføldu grund, at tað er best fyri felagið. Ikki fyri hann, ikki fyri teg, men felagið!

 

Ciao, Ronaldo, og má Franco vera við tær!