Ronaldo: - Eg komi aftur til United

Christiano Ronaldo ætlar aftur til Manchester United, men ikki nú

Viðhaldsfólk hjá Manchester United ganga í stórum tali og droyma um, at portugisiska superstjørnan, Christiano Ronaldo skal venda aftur til felagið, sum menti hann til at gerast ein stórleikari.

 

Nú sigur Christiano Ronaldo, at hann veruliga ynskir at sleppa aftur til Manchester United, sambært SkySports, men tað verður ikki beint nú. Tað verður heldur um tvey ár, tá Christiano Ronaldo er 31 ára gamal, og kanska eigur nøkur góð ár eftir at geva Manchester United. 

 

Í farnu viku fleyg eitt flogfar uppiyvir Madrid við einari fráboðan og ynski til Christiano Ronaldo um at koma heimaftur til Old Trafford leikvøllin í Manchester. Og eftir tí, sum ljóðar, so verður tað veruleiki, men ikki fyrr enn í 2016.