Real Madrid vann í kvøld 2-1 á Elche í sponsku landskappingini. Eftir at Bacelona aftur í gjár vann, so var eitt sindur av trýsti á Real Madrid undan dystinum í dag.
Tíðliga í seinna hálvleiki legði Cristiano Ronaldo gestirnar úr Madrid á odda. Tað var við beinleiðis frísparki, sum fór beint gjøgnum manngarðin. Júst sum vanliga leiktíðin var farin, javnaði Elche.
Hetta sá út til at verða endaliga støðan, til dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Real Madrid. Hesum vóru spælararnir á heimaliðnum alt annað enn nøgdir við.
Umtalaða brotssparksstøðan kann síggjast við at trýsta HER.
- Bæði málini hjá teimum koma frá støðum, sum ikki eru fríspark ella brotsspark. Hetta er stuldur, sigur liðsiparin hjá Elche, Albucar.
Líkla legði Cristiano Ronaldo í, og skoraði trygt upp á brotssparkið. Barcelona og Atletico Madrid hava fult stigatal eftir seks umfør, meðan Real Madrid hevur tvey stig færri á triðja plássi.








