Ronaldo avvísir Manchester United

Kreppan er avlýst í Real Madrid og nú vil Ronaldo ikki vita av Manchester United søgunum

Fyri stuttari tíð síðan var bæði órógv og ónøgd í Real Madrid. Felagið hevði tapt tveir av trimum teimum fyrstu dystunum í La Liga, og selt tveir av teimum trimum miðvallarunum, ið vunnu Champions League farna kappingarár, Ángel Di María(Manchester United) og Xabi Alonso(Real Madrid).

 

Les eisini: Hattrick nummar 28 hjá Ronaldo

 

Umframt tað, so boðaði Cristiano Ronaldo frá, at hann ikki var heilt samdur við leiðsluni. Í kjalarvørrinum komu søgurnar, at Cristiano Ronaldo vildi sleppa til Manchester United, sum við keypunum av Ángel Di María og leiguni av Radamel Falcao, prógvaðu at teir eru sinnaðir at gjalda høgar lønir.

 

Les eisini: Ónøgd og órógv í Real Madrid

 

Síðani hevur Real Madrid vunnið 5-1 á FC Basel, 8-2 á Deportivo La Coruna og 5-1 á Elche. Nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð, eftir sigurin í gjár.

 

- Tað eru so nógvar søgur um framtíðina hjá mær. Mín framtíðin liggur í Real Madrid. Eg eri glaður fyri at tað gongur so væl hetta kappingarárið. Longri fram enn tað vil eg ikki tosa um, tí tað gevur ikki meining, segði Cristiano Ronaldo við fjølmiðlarnar, eftir 5-1 sigurin á Elche í gjár.

 

Cristiano Ronaldo skoraði fýra av málunum í 5-1 sigrinum í gjár. Hann hevur nú skotið 264 mál í 254 dystum fyri Real Madrid.