Ronaldo aftur í Madrid

Champions League: Cristiano Ronaldo er aftur í Madrid

Í kvøld eru aftur tvær 1/8 finalur í Chmapions League. Talan er um fyrru 1/8 finalurnar millum Alteltico Madrid – Juventus og Schalke 04 – Manchester City. 

 

Dysturin á Wanda Metropolitano í Madrid er dysturin millum tey bæði liðini, sum oftast hava verið í Champions League finaluni uttan at vinna. Sjey ferðir í part hava tey tapt finaluna, sum í ár verður spæld á júst Wanda Metropolitano.

 

Cristiano Ronaldo er eisini aftur í Madrid, har hann frá 2009 og til í summar skoraði eina rúgvu av málum fyri grannan úr Real Madrid. Fyri Juventus sita Sami Khedira og Juan Cuadrado uttanfyri, meðan Alex Sandro er ivasamur.

 

Heimaliðið vónar at Diego Costa verðu tøkur. Hann hevur verið skaddur í eina tíð, men spældi um vikuskiftið móti Rayo Vallecano. Lucas Hernandez verður ikki tøkur. Flestu veddingarfyritøkurnar meta, at tað er púra javnt liðini undan dystinum.

 

Manchester City er stórfavorittur at vinna á týska Schalke 04, sum liggur á fimtaftasta plássi í Bundesliguni. Vincent Kompany, Benjamin Mendy og Eliaquim Mangala eru allir tøkir eftir skaða, men bæði John Stones og Gabriel Jesus sita uttanfyri.

 

Champions League 1/8:

Atletico Madrid – Juventus (20.00)

Schalke 04 – Manchester City (20.00)