Real Madrid og Wolfsburg vunnu bæði sínar fyrru dystir í 1/8 finalunum í Champions League í kvøld. Real Madrid vann 2-0 á AS Roma, meðan Wolfsburg vann 3-2 á belgiska Gent.
Í italska høvðusstaðnum tóktist AS Roma annars hava takið á dystinum. Í hálvleikinum vóru teir fleiri ferðir fram við, men tað restaði nakað av neyvleika í álopspartinum.
Tað kann hinvegin ikki sigast sum Real Madrid, har Cristiano Ronaldo var eirindaleysur, tá eftir mótálop sendi bóltin í málhorni umvegis ein verjuspælara hjá AS Roma. Innskifti Jese Rodriguez staðfesti sigurin stutt fyri tíð við máli til 2-0.
Í Belgia vann Wolfsburg 3-2 á Gent. Eitt skifti vóru gestirnir úr Týsklandi á odda 3-0, men heimaliðið kom nakað fyri seg móti endanum.
Real Madrid og Wolfsburg eru stórfavorittar at koma víðari til fjórðingsfinalurnar.
Champions League 1/8 finalur:
AS Roma – Real Madrid 0-2 (0-0)I
0-1 Cristiano Ronaldo, 52
0-2 Jese Rodriguez, 86
Gent – Wolfsburg 2-3 (0-1)
0-1 Julian Draxler, 44
0-2 Julian Draxler, 54
0-3 Max Kruse, 60
1-3 Sven Kums, 80
2-3 Kalifa Coulibaly, 89











