Ronaldinho verður hjá Barca

Slaturin hevur leingi gingið um, at Ronaldinho kann vera á veg úr spanska stórfelagnum Barcelona.

Serliga Chelsea og AC Milan hava staðið frammarlaga fyri at tryggja sær Ronaldinho, men nú avváttar Ronaldinho sjálvur, at hann vil úr katalanska stórfelagnum. – Eg vil hvørki til Chelsea ella til Milan. Mítt ynski er at halda fram her í Barcelona, sigur Ronaldinho. Brasilski bóltsnillingurin hevur sáttmála við FC Barcelona fram til 2010, men hann sigur, at slaturin um at hann ætlar at skifta í annað felag, bert ger hansara ynski enn størri at halda fram í Barcelona.