Ronaldinho søkti Inter

Brasilska stjørnan Ronaldinho hevur seinasta árið ikki spælt á tí støðinum, sum hann annars hevur spælt, men um vikuskiftið gjørdi hann aftur um seg. Hann skoraði einasta málið, tá AC Milan vann týdningarmikla grannadystin ímóti Inter. Málið kom í fyrra hálvleiki, eftir at Kaka legði inn fyri, og so kundi Ronaldinho stúta bóltin í kassan.