Ronaldinho fer ikki til OL

28 ára gamli Ronaldinho var upprunaliga millum nøvnini, sum skuldu umboða Brasil í OL, sum byrjar í næstum

Hetta verður tó av ongum. FC Barcelona, har Ronaldinho framvegis er sáttmálabundin, loyvir ikki framrættaða leikaranum til leikirnar í Beijing.

Leiðslan í felagnum sigur, at allar leikararnir skulu verða til staðar mánadagin, tá fyrsta venjingin eftir summarsteðgin verður á skránni.

Fleiri leysasøgur hava verið seinasta mánaðin um eitt møguligt skifti hjá Ronaldinho, men hetta verður nú eftir øllum at døma av ongum.