Ronaldinho fær troyggju nummar 80

Ronaldinho, sum júst hevur skift frá FC Barcelona til AC Milan, skal við italska felagnum bera eina troyggju við einum heldur óvanligum nummari. Ronaldinho hevur næstan alt sítt lív borið troyggju nummar 10, men hóast hann eisini ynskti at fáa hetta nummar í AC Milan, so vildi Clarence Seedorf ikki av við nummarið. Ronaldinho stóð í boði at fáa troyggju nummar 11, men hann valdi altso heldur at fáa troyggju nummar 80. Ronaldinho er føddur í 1980, og hetta man vera besta boð uppá hví hann valdi hetta sjáldsama nummar.

 

Í AC Milan vænta tey, at sølan av troyggju nummar 80 í næstum fer at ganga sum heitt breyð.