Tað stóð nógv á hjá AC Milan, tá teir um vikuskiftið spældu á útivølli móti Atalanta. Heimaliðið var á odda 1-0, men við 10 minuttum eftir at spæla, traðkaði Ronaldinho av álvara í karakter. Við eini góðari temjing og knallhørðum skoti fekk hann javnvág í roknskapin. Milan spældi annars størsta partin av seinna hálvleiki við einum manni í yvirtali, eftir at Ivan Raduvanovic hjá Atalanta fekk reytt kort.