Tað var ikki stórvegis samba yvir spælinum hjá Brasil í HM-endaspælinum í Týsklandi, og tað eru stjørnuspælararnir á liðnum eisini greiðir yvir. Størsta stjørnan á liðnum hevur mest sum hug at biðja um umbering fyri avrikið.
- Nógv fólk høvdu væntað nakað stórt frá liðnum og kanska serliga mær, men tað kom tíverri ongantíð, sigur Ronaldinho á heimasíðu sínari.- Eg eri keddur av, at vit ruku út úr HM, áðrenn vit veruliga høvdu fingið víst okkara evni. Hetta kann eg ikki broyta nú, og tí vil eg biðja um umbering fyri hetta, sigur Ronaldinho.