Ronaldinho aftur á toppinum

Brasilski fótbóltsspælarin Ronaldinho, sum verður roknaður sum heimsins besti, hevur ikki gjørt stórvegis um seg seinastu vikurnar. Sunnukvøldið var hann tó aftur í rætta essinum og skoraði bæði málini, tá ið FC Barcelona vann 2-0 á Santander. Barcelona var í trupulleikum tíðliga í dystinum, men Santander brendi brotssparkið, sum teir fingu.