Ronald Poulsen leggur frá sær

Hann hevur havt við Tórshavnar kommunu at gera seinastu 35 árini sum nevndarlimur í ymsum nevndum, sum býráðslimur og ikki minst sum verkfrøðingur. Nú heldur hann at tíðin er komin at taka frí – men hann hevur kortini játtað at verða innkallaður sum seniorráðgevi av og á!

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.

Ronald F. Poulsen fekk nógv rósandi orð við á vegnum, bæði frá borgarstjóranum, sum hevur samstarvað við hann øll hesi árini, frá býarverkfrøðinginum, sum hevur verið leiðari hjá honum seinastu árini, og frá tekniska stjóranum, sum hevur verið stjóri hjá honum seinastu árini.

Ronald hevur verið álitið í mongum byggimálum og hevur staðið fyri tí avbera stóru spillvatnsskipanini hjá Tórshavnar kommunu – í so stórt mát, at leiðararnir í dag máttu staðfesta, at maður ikki kemur í mans stað í bræi, tí ongin hevur tað innlit, Ronald hevur. Tí hevur hann játtað at hjálpa til av og á eftir tørvi.

Ronald fekk nógvar gávur og upp í føvningin av blómum í morgun. Hann takkaði stórliga fyri heiður og æru og gávur, og endurgav ein kendan mann fyri at siga, at nú fór hann heim at njóta sítt ”opium”, men legði aftrat, at vit síggjast aftur í januar!