Seinni í dag fer Mitt Romney at boða frá, hvør verður hansara varaforsetaevni á forsetavalinum í november, men Huffington Post og sjónvarpið NBC hava longu avdúkað, at tað verður kongressmaðurin Paul Ryan úr statinum Wisconsin.
Mitt Romney hevur sagt, at hann fer at kunngera navnið á sínum varaforsetaevni, tá hann skal halda røðu á einum tiltaki í býnum Norfolk í dag.
Paul Ryan er 42 ára gamal, og eygleiðarar halda, at hann skal royna at fáa fleiri av teimum yngru veljarunum at styðja Romney. Í Kongressini hevur hann verið ein tann týdningarmesti stuðulin hjá Romney, skrivar AFP.