Republikanarin Mitt Romney hevur tikið seg longri fram um Barack Obama, forseta, nú fýra vikur eru eftir til forsetavalið tann 6. november.
Tann dagliga kanningin hjá Ipsos og Reuters vísir, at hevði forsetavalið verið í dag, hevði Romney vunnið við 47 prosentum av atkvøðunum ímóti 44 prosentum til Obama. Í kanningini í gjár var Romney eitt prosentstig framman fyri forsetan.
Í nátt verður sjónvarpskjak millum tey bæði varaforsetaevnini, varaforsetan Joe Biden og varaforsetaevnið hjá republikanarunum, Paul Ryan.










