Undan republikanska landsfundinum í Florida í hesum døgum hevur Mitt Romney trupulleikar í kappingini við Barack Obama. Tað vísir ein nýggj meiningakanning.
Eftir henni hava 46 prosent gjørt av at velja Obama, og 42 prosent siga, at tey fara at velja Romney. Millum teir óheftu veljararnar er Obama frammanfyri við 16 prosentstigum, og tað er meiri enn í undanfarnum kanningum, sigur Ipsos, sum hevur gjørt kanningina.
Fleiri meiningakanningar hava víst, at flestu amerikanarar eru misnøgdir við búskaparpolitikkin hjá Obama, men at Romney kortini ikki rættiliga hevur megnað at fáa ágóða av hesum. Kanningin hjá Ipsos vísir, at teir flestu veljararnir halda, at Romney er betur egnaður til at útvega arbeiðspláss. Hinvegin er Obama nógv betur umtóktur sum persónur.