Romney leingir valstríðið

Roknað varð við, at Barack Obama og Mitt Romney fóru at gevast við valstríðnum í kvøld og at lata veljarunum orðið í morgin, men nú frættist, at Romney hevur gjørt av at halda fram við valstríðnum sjálvan valdagin.

CNN veit at siga, at Romney fer til statirnar Pennsylvania og Ohio í morgin at gera eina seinastu roynd at vinna har. Meiningakanningar hava víst, at hann er millum trý og seks prosentstig aftan fyri Obama í Pennsylvania, men at munurin er væl minni í Ohio.

Einki verður sagt um, at Obama ætlar sær at halda valfundir í morgin. Hinvegin hevur hann sent sín trúgva hjálparmann Bill Clinton til fleiri býir at sannføra fólk um, hvønn tey eiga at velja í morgin.