Romney góðar vónir

Republikanska forsetavalevnið, Mitt Romney, og konan, Ann, vóru tíðliga seinnapartin og greiddu atkvøðu. Tey valdu í býnum Belmont í statinum

Massachusetts.

Uttan fyri valhølið varð Romney spurdur, hvørjum hann hevði atkvøtt fyri. Svarið kom beinanvegin:

-Eg haldi, at tit munnu vita tað, segði hann og legði afturat, at hann hevði góðar vónir um valúrslitið.

Mitt Romney boðaði í gjárkvøldið frá, at hann fór til Ohio og Pennsylvania at halda valfund í dag. Barack Obama, forseti, helt sín seinasta valfund í gjárkvøldið, og hann er nú í heimbýnum, Chicago.