Eru tær báðar seinastu meiningakanningarnar í USA eftirfarandi, kann Barack Obama vænta sær fýra ár afturat í Hvítu Húsunum í Washington, tí sambært kanningunum er hann nú væl framman fyri kappingarneytan, Mitt Romney.
Í einari kanning hjá CNN/ORC siga 52 prosent, at tey fara at atkvøða fyri Obama, og 46 prosent siga, at teirra atkvøður fara til Romney. Hendan kanningin varð gjørd í døgunum frá 7. til 9. september. Í einari tilsvarandi kanning hjá CNN/ORC í síðstu viku fingu tey bæði valevnini 48 prosent í part.
Hina nýggju kanningina hevur Gallup gjørt, og hon sigur, at Obama er fimm prosentstig framman fyri Romney.










