Nú er greitt, at danski landsliðsleikarin Dennis Rommedahl skiftir til danska felagið Brøndby. Partarnir hava skrivað undir ein tvey ára sáttmála.
Dennis Rommedahl skrivaði í fjør undir tvey ára sáttmála við grikska felagið Olympiakos, men hann fekk lítla spælitíð, og herfyri kunngjørdi grikska felagið, at danin hevði frítt at fara.
Tann nú 33 ára gamli Rommedahl hevur spælt uttanlands í 14 ár. Hann fór úr Lyngby til niðurlendska PSV Eindhoven í 1997, og seinni hevur hann spælt við Charlton, Ajax og NEC.