Rommedahl gav danskan sigur

Danmark vann 2-0, tá teir í gjárkvøldið spældu á útivølli móti Letlandi. Dennis Rommedahl var stóra hetjan, tá hann tvær ferðir fyri steðgin sendi bóltin í letlendska málið. Efitr steðgin hevði Danmark fullkomuliga tamarhald á dystinum, og tó at teir ikki skaptu sær nakrar stórar møguleikar, so vóru bæði fjølmiðlar og landsliðsvenjari væl nøgdir eftir sigurin.