Romeo hevur funnið kærleikan í Chelsea

Premier League: Chelsea hevur keypt 19 ára gamla Romeo Lavia frá Southampton

Chelsea hevur kunngjørt keypið av 19 ára gamla Romeo Lavia frá niðurflutta Southampton. Belgiski miðvallarin hevur verið á veg til Liverpool fyrr í summar, men hálsaði um og hevur nú valt Chelsea.

 

Við øllum kemur prísurin at liggja í undirkantinum av 500 milliónum krónum. Chelsea hevur verið verið á spælaramarknaðinum í summar. Sambært Transfermarkt, so hevur Chelsea við øllum selt 19 spælarar fyri 1,9 milliard krónur, og keypt 18 spælarar fyri umleið 2,9 milliardir krónur.

 

19 ára gamli Romeo Lavia er høgt í metum og skifti frá Manchester City til Southampton undan farna kappingarárið. Hann stóð ovast á listanum hjá Liverpool, men felagið megnaði ongantíð at gera eina avtalu við Southampton. Síðani kom Chelsea og yvirhálaði.

 

- Eg eri fegin um, at skifta til Chelsea og verða ein partur av hesum spennandi projektinum. Hetta er eitt felg við eini fantastiskari søgu, sigur Romeo Lavia.

 

Partarnir hava gjørt ein sjey ára sáttmála. Annað umfar í Premier League byrjar í kvøld.

 

18.08Nottingham F.:Sheffield United
18.08Luton:Burnley
19.08Liverpool:Bournemouth
19.08Wolves:Brighton
19.08Fulham:Brentford
19.08Tottenham:Manchester Utd
19.08Manchester City:Newcastle
20.08Aston Villa:Everton
20.08West Ham:Chelsea
21.08Crystal Palace:Arsenal
1Newcastle11005:13
2Brighton11004:13
3Manchester City11003:03
4Arsenal11002:13
5Crystal Palace11001:03
6Fulham11001:03
7Manchester Utd11001:03
8Brentford10102:21
9Tottenham10102:21
10Bournemouth10101:11
11Chelsea10101:11
12Liverpool10101:11
13West Ham10101:11
14Nottingham F.10011:20
15Everton10010:10
16Sheffield United10010:10
17Wolves10010:10
18Luton10011:40
19Burnley10010:30
20Aston Villa10011:50