Nógv kann sigast um Romario, men hann hevur ongantíð verið typan, sum hevur runnið sólina svarta á vøllinum.
Kanska er hetta eisini orsøkin til, at skjótt 40 ára gomlu fótbóltsbeinini framvegis halda á at skjóta mál - nógv mál.
Í fjørð skeyt rutineraði málrevurin 22 mál í brasilsku kappingini og varð soleiðis toppskjútti. Og nú sigur hann seg vera til reiðar at taka enn eitt ár.
Og aftur í ár fer hann at spæla fyri Vasco da Gama. Gitt varð annars, at Romario fór at skifta til meistarnar úr Corinthians, um hann helt fram.
Romario byrjaði yrkisleið sína í Vasco da Gama. Eftir at hann endaði europeiska ævintýr sítt, spældi hann eitt skifti í Fluminese, men hetta gekk alt annað enn væl.










