Í gjár tók hann enn eitt stórt fet ímóti teimum 1000 málunum, tá hann skoraði eitt mál í 3-0 sigrinum hjá Vasco Da Gama ímóti erkafíggindunum úr Flamengo. Við málinum er Romario nú komin uppá 999 mál. – Tíverri fekk eg bara eitt mál í dystinum, so nú verið eg noyddur at bíða til næsta dyst, segði Romario eftir dystin.