Romantikkur í Vestmanna

Týsdagin 1. mai læt ein nýggjur handil upp í Vestmanna. Talan er um “Romantique”, sum er ein handil við gávulutum og brúkslist.

 

Tað er Kirstin Johannesen í Vestmanna, sum eigur og rekur “Romantique”. Kirstin sigur, at hon hevur lagt dent á at hava breitt og fjølbroytt úrval av gávulutum og brúkslist. Alt er í fjálgum og hugnaligum stíli. Eisini delikatessur sum t.d. ymisk sløg av te, sjokolátu og smúkkir eru at fáa. Hon selur t.d. meturvørur, gardintoy, dúkar,

eins og kendu donsku “Oliver Furniture” møblarnar, sum Søren Rørbæk hevur designað.

 

Eftir at hava arbeitt 17 ár í Føroya Sparikassa í Vestmanna, segði Kirstin seg úr starvi fyri umleið trimum árum síðan, og hevur hon seinastu tvey árini arbeitt í einum útibarnagarði í Vestmanna.

 

Kirstin sigur, at hon í fleiri ár hevur havt ein dreym um ein slíkan handil, og tá hon nú fekk møguleika at leiga hesi hølini, tók hon av. Serliga tí at handilin liggur væl fyri á Toftavegi, har vanliga nógv ferðsla er. “Romantique” er har sum bakaríið “hjá Regin” var áður.

 

Handilin er opin soleiðis: Mánadag – fríggjadag kl. 12-17.30 og leygardag kl. 10-14.

 

mg