Roma tók ikki av

Tá Roma misnýtti brotsspark fyri steðgin, var vegurin hjá Manchester United móti Barcelona at kalla asfalteraður

Fótbóltur

 

Við einum 2-0 útisigri í viðførinum var Manchester United stórfavorittur at vissa sær pláss í hálvfinaluni móti Barcelona. Og fyrstu longu løtuna av dystinum á Old Trafford í gjárkvøldið sótu vertirnir eisini á tí mesta.

Roma fekk tó spakuliga fótin fyri seg, og seinna partin av hálvleikinum hóttu teir eisini fleiri ferðir málið hjá Edwin van der Saar. Størsta møguleikan av øllum fekk Daniel de Rossi, men í besta Elkjær-stíli bankaði hann brotsspark langt niðan til áskoðararnar.

Og eftir steðgin setti United seg aftur á tað nógva. Hóast menn sum Ronaldo og Rooney vórðu spardir á beinkinum, so løgdu eitt nú Tevez og Heargraves nógv fyri í royndunum at sannføra Sir Alex Feguson um, at teir skulu roknast millum teir fyrstu 11.

Heargraves hevði nógvar góðar renningar í dýpdina, og hann átti eisini at lagt United á odda fyri steðgin. Men tað gjørdist ístaðin eins hart arbeiðandi Carlos Tevez, sum varð sigursharri, tá hann sera hegnisliga stútaði innlegg frá júst Heargraves.

Og so var leyst og liðugt. Fagnaðurin øktist, tá Tevez fór út fyri Gary Neville, men tað týdningarmesta var, at hálvfinalan var heima. Ein hálvfinala, har Manchester United skal dystast móti Barcelona.

 

Manchester United-Roma 1-0 (0-0)

(Man Utd. víðari við 3-0)

1-0: Carlos Tevez, 70.