Roma fótaði sær við Totti á odda

Roma varð í farnu viku eyðmýkt, tá ið liðið tapti heili 7-1 fyri Manchester United í fjórðingsfinaluni í Champions League. Sunnudagin spældi Roma aftur í italsku kappingini, og tað eydnaðist liðnum at fóta sær. Roma spældi ímóti Sampdoria, og italska høvuðsstaðarliðið vann heili 4-0. Stóra stjørnan á liðnum. Franceseco Totti, skoraði tvey av málunum hjá Roma.